Føroyska alivinnan setir met

Føroyska alivinnan setir met í ár.

Tað staðfestir Hagstovan í eini uppgerð yvir gongdina í alivinnuni og stendur á heimasíðuni hjá stovninum

Hagstovan sigur, at eftir at útflutningurin av alifiski var í hæddini fyri 7-8 árum síðani, minkaði hann nógv árini eftir 2003.

Alivinnan varð hart rakt av sjúku, og framleiðslan fall niður í ein brotpart av tí sum var framleitt frammanundan.

Men seinastu tvey árini er gongd av álvara komin aftur á útflutningin av alifiski, og nú eru nøgdirnar komnar uppá sama støði sum tey bestu árini fyrst í øldini.

Í krónum fer útflutninguin í ár tó væl uppum tað vit sóu seinast útflutningurin av alifiski toppaði.

Sostatt liggur útflutningurin av alifiski frá januar til oktober í ár og ríður um 1,1 milliard, sum tað sæst á talvuni.


Mest heilur fiskur

Næstan 70% av laksinum fer feskur av landinum sum heilur fiskur, meðan ¼ fer sum fryst flak. Av sílum fer mestsum alt avstað sum heilur fiskur. ¾ verður selt fryst, og restin fesk. Fyri 7-8 árum síðan var myndin stórt sæð tann sama.

Seinast í nítiárunum varð eisini eitt sindur útflutt av royktum laksi, men eftir 2002 er royktur fiskur at kalla ikki útfluttur.

Tað er munur á hvør keypir síl og hvør keypir laks.?Hyggja vit at laksaútflutninginum, er USA størsti keypari í ár, meðan sera lítið av laksi er farin til USA undanfarin ár. Tað hava verið trupuleikar í alivinnuni í Kili, sum vanliga selur nógvan laks til USA, og hetta hevur so givið føroysku framleiðarunum møguleika at selja munandi meir til USA í ár.

Bretland keypir eisini nógvan laks úr Føroyum, meðan parturin sum fer til Danmarkar minkar. Fyri 7-8 árum síðan fór uml. helvtin at laksinum til Danmarkar.

Tá tað kemur til síl, hevur Japan í nógv ár verði størsti keyparin, og okkurt ári er yvir 80% farin til Japan. Í ár eru bert 19% farin til Japan. Meginparturin fer tó framvegis eystureftir, og Teivan keypir ein fjórðing av føroysku sílunum í ár, meðan Russland keypir ein fimting, sigur Hagstovan.