Føroysk vinna ongan góðan í landsstýrinum

Føroyskt vinnulív hevur ongan góðan í landsstýrinum. Hetta ásannar Føroya Arbeiðsgevarafelag á heimasíðu sínim, nú undantakið fyri ES-borgarar verður sett úr gildið aftur. -Hetta er ótrúligt og vísir, hvussu lítla virðing, forstáilsi og hvussu lítlan týdning tey, sum ráða, meta vinnuna hava, skrivar felagið. Sagt verður, at í samgonguskjalinum stendur, at ætlanin er at yvirtaka útlendingaøkið frá dønum. Føroya Arbeiðsgevarafelag kundi tí hugsa sær at spurt, hvat endamálið er við at yvirtaka útlendingalógina? Verður roknað við at tá verður javnvág í møguleikunum hjá útlendingum at koma hendavegin at arbeiða eins og tað er hjá føroyingum at fara aðrastaðni at arbeiða, spyr Arbeiðsgevarafelagið.

-At útlendingalógin verður yvirtikin merkir tað, at Føroyar so skal gera avtalu við ES um ta eina av teimum fýra frælsunum, nevniliga frælsi fyri persónar? Og verður roknað við at avtala fæst við ES um hetta? Áhugavert hevði eisini verið at fingið eina ábending um nær hesar samráðingar væntast at verða lidnar, skrivar Arbeiðsgevarafelagið.

Sagt verður, at føroysk vinna í mong ár hevur liðið undir, at arbeiðsmegi ikki hevur verið tøk. Tað hevur gjørt, at fyritøkurnar ikki hava havt høvið til at styrkt seg fíggjarliga, tá búskapurin vaks. Manglandi atgongd til arbeiðsmegi er sostatt ein tann størsta forðingin fyri, menning av føroyskum vinnulívi.

Niðurstøðan hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag er, at Føroya Landsstýri ikki veit, hvørjar fortreytir eru neyðugar, fyri at føroyskt vinnulív kann mennast.