Føroysk umboðsstova møguliga stovnast í Grønlandi

Poul Michelsen, uttanríkismálaráðharri, hevur stórar ætlanir á uttanríkispolitiska økinum.

 

Millum annað vil hann arbeiða fyri at Føroyar skulu fáa sjálvstøðugan limaskap í WTO og EFTA.

 

Nú vil uttanríkisráðið eftir øllum at døma eisini opnað eina umboðsstovu í Nuuk. Tað segði Poul Michelsen í røðu í samband við ein fund, sum hann hevði vi danskar sendiharrar.

 

Frammundan hava vit umboðsstovur í Keypmannahavn, Brússel, Moskva, London og Reykjavík.

 

Uttanríkisráðið hevur eisin ætlanir um at seta á stovn eina umboðsstovu í USA, antin í Washington ella í New York.