Global Games er ein samansjóðing av HM í ymiskum ítróttum, og fara luttakandi íðkararnir at luttaka í frælsum ítrótti, súkkling, kurvabólti, futsal, svimjing, borðtennis, tennis, judo og í inniróðri. 1460 íðkarar frá 40 longum fara at luttaka í kappingini, har Ragnvaldur svimur og Kristian Martin luttekur í frælsum ítrótti. Við á ferðini eru venjararnir Tóra Øre Hansen, svimjing og Sonni Óli Djurhuus, frælsur ítróttur. Ferðaleiðari er Halla W. Reinert.