Føroysk sushibarr í hjartanum á Keypmannahavn

- Hetta er ein ætlan, vit hava arbeitt við í fleiri ár, og nú møguleikin beyðst at leiga hølir í ”sentrum í sentrum” av Keypmannahavn, gjørdu vit av at satsa. Hetta er eitt trendy øki og etika í danska høvuðsstaðnum skal verða eitt trendy japanskt »spisehus« við føroyskum rávørum, sigur Johannes Jensen, stjóri á Hotel Føroyum og nýggja etika í Keypmannahavn

Tá Etika á Áarvegnum lat upp fyrr í ár, var talan um slóðbrótandi roynd innan føroyskt matstovuyrki. Sushibarrin hevur tó fingið so góða undirtøku, at tað hevur givið dirvi at fara víðari. Serliga er tað framúr góða føroyska rávøran og føroyska vatni, ið hevur givið etika gott umdømi.
- Vit hava í eini tvey, trý ár arbeitt við tankanum um at lata eina sushibarr upp í Keypmannahavn við norðuratlantiskum rávørum, serliga føroyskum. Nú hendi tað so, at kenda staðið Grillbar fór av knóranum, og tað gav okkum so møguleika at leiga okkum inn í hølini, sum liggja í avgjørt besta kafeøkinum í Keypmannahavn, sigur Johannes Jensen, stjóri á Hotel Føroyum.
Nú farið verður út um landoddarnar við matstovuvirksemi, er eitt nýtt felag stovnað við nýggjum íleggjarum.
- Tað er Hotel Føroyar, sum saman við SMS og Poul Hansen P/F hava stovnað felagið etika A/S í Danmark, og er tað hetta felagið, ið fer at reka nýggju sushi matstovuna í Keypmannahavn, sigur Johannes Jensen, sum er stjóri í etika A/S.
Talan er um stórar og væl konsolideraðar føroyskar fyritøkur, sum longu framman undan eru í vinnuni.

Japanskt »spisehus«
- Gjøgnumførda konseptið hjá etika á Áarvegnum verður brúkt víðari nú sushibarr verður latin upp í Keypmannahavn. Rávørurnar verða fyrst og fremst fiskavørur úr norðuratlantshavi, serliga Føroyum, umframt aðrar vørur sum til dømis føroyskt lambskjøt, føroyskt vatn, vm., sigur Johannes Jensen.
Føroyska vatnið verður bæði nýtt sum drekkivatn í fløskum, men eisini í tilgerðini av rísinum, sum krevur serliga bleytt vatn fyri at verða gott.
- Vit tappa í løtuni føroyskt vatn á fløskur og selja tað á etika á Áarvegnum við okkara egna búmerki á. Gongdin er annars hon í Keypmannahavn, at kendu donsku pylsuvognarnir fækkast í tali, meðan sushibarrir stinga seg upp runt um. Pysluvognarnir eru fækkaðir úr 400 niður í 40 seinastu árini í Keypmannahavn, meðan tað hinvegin verður roknað við, at sushibarrirnar innan langt umlíður verða omanfyri eitthundrað í tali, sigur Johannes Jensen.
Vónin er at gera nýggju etika sushibarrina til eitt trendy stað, eitt japankst inspirerað spisehus við góðum føroyskum rávørum, sum øll eru vælkomin at vitja.

Á stroynum við Kongens Nytorv
Sum nevnt tóku føroyingarnir av, tá Grillbar fór av knóranum, og tað var ikki minst »beligginheitin«, ið var avgerandi.
- Talan er um eitt ógvuliga attraktivt stað í Keypmannahavn. etika liggur á Ny Østergade 70 metrar frá Stroynum beint við Kongens Nytorv. Og nýggja etika fer at liggja mitt ímillum kendu kaféirnar, Café Victor og Café Zeze. Tað er í hesari gøtuni, at teir dýraru handlarnir liggja og flottu bilarnir standa parkeraðir. Hølini hava pláss fyri hundrað sitandi gestum, og framman fyri er ein stór terassa. Vit ætla eisini at krydra umhvørvið við føroyskari list og tónleiki, umframt at fiskur verður seldur útvið sum take away, sigur Johannes Jensen.
Miðað verður ímóti einum kundaskara av dønum og útlendingum, sum ferðast í miðbýnum í danska høvuðsstaðnum, og talan verður um eitt stað, har flest øll kunnu koma, og ikki eitt stað, har bara stóri pengapungurin er avgerandi.
- Øll skulu vera vælkomin, og vónandi koma eisini føroyingar inn á nýggja etika í Keypmannahavn, sigur Johannes Jensen.

Kendur kokkur
Tað eru ikki bert stjórin á Hotel Føroyum, Johannes Jensen, og hinir báðir íleggjararnir, ið trúgva upp á nýggju sushibarrina í Ny Østergade. Dagligi leiðarin er ikki hvør sum helst.
- Vit hava fingið kenda japanska sushi kokkin, Jens Rahbek, sum kokk og dagligan leiðara á etika í Keypmannahavn. Jens Rahbek trýr so nógv upp á okkara konsept, at hann letur sína egnu matstovu aftur, fyri at kasta seg fult og heilt yvir okkara sushibarr, sigur Johannes Jensen.
Jens Rahbek er kendur sum stovnarin av sushi ketuni Sticks´N´Sushi, eins og hann stovnaði matstovuna Ebisu í Custom House. Men hann vendir hesum baki, fyri at samla seg um spennandi sushibarrina etika í Ny Østergade.
- Í løtuni eru Johannes Jensen og Jens Rahbek í holt við at finna starvsfólk til etika í Keypmannahavn, og leitað verður eftir teimum dugnaligastu í vinnuni. Vit hava longu nú sett nøkur fólk í starv, og talan er um fólk úr eitt nú Japan, Italia, Pólandi, Danmark og Føroyum, sigur Johannes Jensen.

...then We take Berlin
Stjórin í etika A/S dylur ikki fyri, at hansara dreymir og langtíðar mál røkka longur enn til eina sushibarr í mest attraktiva økinum í Keypmannahavn.
- Nú fara vit undir hesa sushibarrina í Keypmannahavn, og vit vóna, at vit kunnu gera føroyskar rávørur trendy hjá dønum og øðrum, sum fara at vitja okkum. Vit vilja fegin verða stolt av føroysku rávørunum, ikki bert fiskinum, men eisini teirri list og tí tónleiki, ið ætlanin er at húsa í hølunum, sigur Johannes Jensen.
Ein viðspælari í samlaða konseptinum er sniðgevarafyritøkan, Guðrun & Guðrun.
- Búnarnir, sum starvsfólkið skal arbeiða í, verða sniðgivnir av Guðrun & Guðrun, og teirra arbeiði verður eisini sjónligt hjá etika í Keypmannahavn, sigur Johannes Jensen.
Men tað er framvegis dreymurin hjá stjóranum, at lata upp etika sushimatstovur aðrastaðni enn á Áarvegnum og í Ny Østergade.
- Vónandi verður tað soleiðis, at vit um eini tvey ár kunnu taka eitt fet víðari og lata eitt etika “spisehus” av hesum slagnum upp í Berlin. Men avgjørda málið uppá sikt er at lata eina etika matstovu upp í Tokyo, helst saman við veitarum av øðrum føroyskum úrdráttum og list, sum kunnu verða synergieffektir hjá etika konseptinum.
Men fyribils letur etika so upp í sjálvum gulløkinum í Keypmannahavn á mest attraktivu adressuni í »den indre by«.
- Vit halda, at henda sera góða plaseringin er sum skapt til tær fínu føroysku rávørurnar, tær hoyra heima her, sigur Johannes Jensen, stjóri í etika.
Nýggja matstovan letur hurðarnar upp fyri kundunum 1. februar 2010.