Jupiter og Saksaberg hjá Varðanum í Gøtu hava seinastu dagarnar roynt eftir sild til matna. Jupiter er á veg til Skagen við umleið 1400 tonsum, sum teir hava fingið út fyri Lofoten í Noreg.
Saksaberg hevur eisini roynt eftir sild í norska partinum av Norðsjónum og liggur nú í Skagen við umleið 480 tonsum til matna.
Á hesum túrinum, sum byrjaði 6. januar, royndi Saksaberg fyrst við nót eftir heystgýtandi sild í føroyskum sjógvi, men har var lítið at fáa.
Síðan gekk leiðin í Norðsjógvin, har teir fingu góð 400 tons av matsild eftir einari nátt.
Teir verða væntandi lidnir at landa Saksaberg í morgin.
Tað er heimasíðan hjá felagnum í Gøtu, sum ber hesi tíðindi.