Føroysk skip fáa kanska eitt bein aftrat at standa á

Men tað kann verða ringt at sleppa av við fiskin

Fiskimálaráðið hevur fingið umsóknir um loyvi til at fiska tunfisk undir Føroyum. Tað upplýsir Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum. Partamaður hansara, Uni Rasmussen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, hevur spurt hann um nøkur ætlan er um at taka fiskiskapin eftir tunfiski undir Føroyum, upp aftur

Landsstýrismaðurin vísir á, at um aldaskiftið varð skipað fyri fiskiskapi eftir tunfiski í føroyskum sjógvi. Tað var bæði við føroyskum skipum, og í samstarvi við skip úr Japan og fiskiskapurin lá ímillum 160 tons - 240 tons um árið. Japansku skipini fiskaðu av kvotuni, Japan hevði fingið gjøgnum ICCAT, sum er altjóða felagsskapurin fyri tunfisk.

Eftir nøkrum árum góvust tey kortini at fiska eftir tunfiski undir Føroyum, men hesi árini fiskaðu føroysk skip eisini tunfisk í altjóða sjógvi.

Jacob Vestergaard sigur, at Fiskimálaráðið hevur umsóknir um at sleppa at fiska tunfisk og tær eru nú til viðgerar.

– Føroyingar hava rætt at troyta og gagnnýta tað tilfeingi, sum er í okkara sjóøki, staðfestir Jacob Vestergaard. Á hesum grundarlagi ber til at skipa fyri fiskiskapi eftir tunfiski í føroyskum sjógvi, leggur hann afturat.

Fiskiskapur eftir tunfiski í altjóða sjógvi verður skipaður eftir reglum, sum eru samtyktar í ICCAT. ICCAT hevur eisini reglur, um at selja tunfisk, men tá ið Føroyar ikki eru við í ICCAT, kann tað vera ringt at sleppa av við tunfisk, sum føroysk skip hava fiskað, antin í føroyskum ella í altjóða sjógvi, sigur hann.