Føroysk partabrøv vaksin í dag

Eftir at tey fullu nógv í virði í gjár, stóðu tey føroysku partabrøvini á keypsskálanum í Keypmannahavn aftur í vøkstri í dag

Tey trý føroysku feløgini, sum eru skrásett á partabrævamarknaðinum í Keypmannahavn, fullu sera nógv í virði í gjár. Men í dag stóðu partabrøvini aftur í vøkstri.

Størsta vøksturin hevði Atlantic Petroleum, sum á middegi í dag var vaksið við 3,29 prosentum, og kostaði hvørt partabrævið tá 1255,00 krónur. Har vóru 1543 partabrøv handlaði á middegi.

Næststørsta vøksturin átti Eik Banki. 688 partabrøv vóru keypt og seld á middegi í dag, og partabrævið í Eik Bank kostaði á middegi í dag 169,00 krónur, og er tað ein vøkstur uppá 2,42 prosent frá klokkan átta í morgun, tá keypsskálin í Keypmannahavn lat upp.

Triðja felagið, sum er skrásett á partabrævamarknaðinum í Keypmannahavn, Føroya Banki, stóð eisini í vøkstri í dag. Eitt partabræv í Føroya Banka kostaði á middegi 171,50 krónur, og er tað ein vøkstur uppá 1,48 prosent frá morgunstundini av. Nógv flest føroysk partabrøv vórðu keypt og seld í Føroya Banka. Har vóru 4303 partabrøv keypt og seld á middegi í dag.


Oljuprísurin hækkaður

Prísurin á ráolju var í gjár heilt niðri á 96,4 dollarar fyri tunnuna. Men seinni á kvøldinum vaks prísurin aftur, og er nú omanfyri 100 dollarar fyri tunnuna, nevnliga 100,64 dollarar fyri hvørja tunnu av ráolju. Men samstundis sum oljuprísurin er lækkaður nógv um vikuskiftið, er tann amerikanski dollarin vaksin, og tískil er tann veruligi prísurin á oljuni ikki nógv broyttur.

Tó er greitt at oljuprísurin nú er munandi lægri enn hann var um hálvan juli mánað, tá hvør tunnan kostaði 145 amerikanskar dollarar fyri hvørja tunnu av ráolju.