Partabrøv í Atlantic Petroleum vóru tey einastu, sum hækkaðu í virði í keypshøllini í Reykjavík í morgun, meðan Føroya Banki átti tað størsta fallið Virðishækkingin á partabrøvunum hjá Atlantic Petroleum var tó ikki stór. Hon var 0,11 prosent, men felagið var tað einasta av feløgunum í keypshøllini í Reykjavík, sum kundi vísa á hækkandi virði.
Hjá Føroya Banka gekk hinvegin, tí partabrøvini hjá bankanum fullu 1,6 prosent í virði í morgun, og tað var tað størsta einstaka fallið, skrivar blaðið Vísir.
Partaeigararnir í Atlantic Airways kundu frøa seg um, at eftir fall í tveir dagar stóð virðið í stað í morgun.