Tríggjar ferðir um vikuna greiðir amerikanska teknirøðin Shoecabbage frá einum nýggjum orði á einum fremmandum máli.
Málini, sum sleppa upp í part, eru nógv í tali, og nú er føroykst eisini komið inn í hitan. Í næstu viku verður greitt frá orðinum spik, og ætlanin er at taka fleiri føroysk orð við í teknirøðina, sum kann finnast á internetinum. Adressan er ucomics.com/shoecabbage/
Tað er Teresa Dowlatshahi, sum stendur fyri teknirøðini, og David Stanford er teknari. Føroyski Johnny Thomsen hevur hjálpt amerikumonnunum við føroysku orðunum
? Orðini, sum vit brúka í okkara teknirøðum, verða nýtt til at undirhalda lesarar, samstundis sum teir fáa upplýsingar um okkurt fremmant mál ? serliga minni og ókend mál, sigur Dowlatshahi.
Spik á enskum
Shoecabbage er partur av virkseminum hjá uclick, sum er størsti veitarin av teknirøðum á internetinum. Fyritøkan heldur til í Kansas City, og eini 25 milliónir fólk vitja hvønn mánað síðurnar hjá uclick.
Fyrsta føroyska orðið, sum verður tikið við í teknirøðina, er spik. Inngangurin til hetta orðið er enska orðið »speak« (at tosa), og so verður greitt frá, at líknandi orð eisini finnist á føroyskum.
Framleiðararnir av teknirøðini vilja gjarna frætta frá føroyingum, um hugskot eru til onnur føroysk orð at brúka í teknirøðini. Uppskot kunnu sendast til shoecab3@yahoo.com.