Uttanríkisráðið hevur gjørt av at lata Filipsoyggjunum 100.000 kr. í neyðhjálp, nú álvarslig vatnflóð herjar í høvuðsstaðnum Manila. Ódnin Ketsana rakti Filippinirnar leygardagin, og skaðarnir hava higartil kravt 240 mannalív.
-Ein hálv millión fólk eru flýdd frá húsi og heimi, og um 380.000 fólk hava funnið fyribilsskjól. Okkum er eisini upplýst, at sera stórur tørvur er á reinum vatni, klæðum, mati og tjøldum. Myndugleikarnir í Filippinunum hava heitt á altjóða samfelagið um at veita hjálp, og vit hava í hesum sambandi valt at stuðla við 100.000 kr., sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í uttanríkismálum.
Hjálpin úr Føroyum fer gjøgnum Reyða Kross.
100.000 kr. er triðingur av upphæddini, sum er sett av til neyðhjálp í 2009.