Føroysk miðnámsútbúgving á netið

Vælumtókta FHS-útbúgvingin verður nú sum hin fyrsta føroyska miðnáms-útbúgvingin bjóðað út sum fjarlestur. Tað er Føroya Handilsskúli á Kambsdali, sum hevur tikið stig til verkætlanina, ið Amerada Hess og BP-Amoco hava stuðlað fíggjarliga

Tíðindaskriv



Tey, sum áður hava verið foraði at taka eina miðnámsútbúgving ella partar av einari, hava nú fingið ein nýggjan møguleika.
Komandi skúlaár fer Føroya Handilsskúli á Kambsdali nevniliga at bjóða FHS stakgreinir sum fjarlestur. Ætlanin er at bjóða fýra ella fimm lærugreinir út um árið, og harvið skapa møguleika at taka fulla FHS útbúgving sum fjarlestur eftir tveimum árum.
Higartil hava Amerada Hess og BP Amoco veitt fíggjarligan stuðul til verkætlanina, og hevur hetta gjørt tað møguligt at fara í gongd eftir summarsteðgin.
Miðnámsskúli til øll
Við verkætlanini hava øll ein veruligan møguleika at taka eina føroyska miðnámsútbúgving. Ætlanin er at røkka einum málbólki í føroyska samfelagnum, sum í dag ikki hevur góðar møguleikar at koma á miðnámsskúla.
Hetta kunnu t.d. vera fólk á útoyggj ella fólk, sum, vegna arbeiðsstøður ella sosialar og fysiskar umstøður, ikki hava møguleika at fara á miðnámsskúla.
Eisini er hetta ein góður møguleiki hjá handils- og skrivstovulærlingum, sum ikki hava FHS frammanundan, at taka kravdu lærugreinirnar. Hetta kunnu t.d. vera lærlingar við øðrum miðnámsútbúgvingum ella 10. flokki.
FHS vælegnað
FHS er ein 1 ára miðnámsútbúgving, sum er grundarlagið undir eini 2 ára handils-gymnasialari útbúgving. FHS útbúgvingin er somuleiðis ástøðiligur partur av handils- ella skrivstovulæru. T.v.s. at eftir eitt lokið FHS prógv kanst tú fara í læru, fara víðari á HH ella steðga á og framvegis hava eina førleikagevandi útbúgving.
FHS hevur somuleiðis lærugreinir, sum eru viðkomandi fyri nógvar ymiskar málbólkar í samfelagnum. T.d. Virkisbúskap, ið fyrst og fremst snýr seg um bókhald og roknskap, Marknaðarførslu, sum er um sølu og tænastu og Kunningar-tøkni. Harafturat eru meiri almennar lærugreinir sum Enskt, Føroyskt, Støddfrøði og Samfelagslæra.
Fjarlesturin verður fyriskipaður sum stak-greinalestur. T.v.s., at næmingar skulu til próvtøku í øllum lærugreinum. Hetta gevur møguleikar fyri at tillaga samlaða útbúgvingarskeiðið og valið av lærugreinum hjá hvørjum ein-støkum eftir tørvi.
Nýggjar leiðir
Fjarlestur er í stórari menning og útbúgvingar-tilboðini floyma yvir okkum. Skúlin metir tað hava týdning, at eisini hesin útbúgvingarmøguleiki verður mentur í Føroyum, so føroyingar eru førir fyri at veita føroyingum útbúgving við fjarlestri. Við hesi verkætlan vónar Føroya Handilsskúli at menna hendan førleika.
Treytin fyri upptøku er nøktandi 9./10. floks-prógv. Tað er ein fyrimunur at hava viðkomandi starvsroyndir og kunnleika til teld.
Umsóknarbløð og nærri kunning fáast við at venda sær til Føroya Handilsskúla á Kambsdali á 444 900 ella
fh@kambsdal.olivant.fo, og á heimasíðu skúlans, sum er www.fh.fo. Umsóknarfreistin er 4. juni 2004.