Føroysk Miðlafólk halda lítið um fútabann

Anna Ellingsgaard, forkvinna í fakfelagnum Føroysk Miðlafólk, heldur í prinsippinum lítið um fútabann, men óvist er, um felagið fer upp í málið. -Hetta er eitt rættarmál, og tí fara vit ikki at uppí málið sum er, sigur Anna Ellingsgaard, forkvinna í Føroysk Miðlafólk.

Týsdagin fekk Dan Klein, blaðstjóri á Oyggjatíðindi dóm fyri skrivingina um tvey starvsfólk í Fuglafjarðar skúla. Hann bleiv dømdur fyri brot á grein 264d ? ið merkir brot á privatlívsfriðin.

Í gjár setti rætturin fútabann móti útgávuni av Oyggjatíðindi, og í hesum sambandi var Jógvan Páll Lassen, advokatur, á Prentmiðstøðini, har hann syrgdi fyri, at útgávan av Oyggjatíðindi ikki bleiv prentað, og tískil ikki kom út sum ætlað.

-Eg havi, av góðum grundum, ikki sæð hvat stendur í útgávuni av Oyggjatíðindi, sum nú bleiv steðgað, og tí kann eg ikki siga, um tað er rætt ella skeivt, at seta fútabann móti útgávuni, sigur Anna Ellingsgaard, forkvinna í Føroysk Miðlafólk.

Skrivar um dómin

Sum skilst er útgávan, ið bleiv steðga, á tremur við upplýsingum um dómin. Forsíðan, baksíðan og fleiri síður í blaðnum snúgva seg um dómin, og um tey bæði starvsfólkini hjá Fuglafjarðar Skúla. Hetta er orsøkin til, at rætturin setti fútabann móti útgávuni.

Eitt fútabann er einasti møguleikin fólk hava, um tey vilja steðga miðlunum, og við hesum er málið eitt rættarmál, og ikki eitt fakfelagsmál.

Dan Klein hevur kært avgerðina um fútabann.

-Eg haldi tað verða áhugavert, at Dan Klein hevur valt at kæra fútabanni. Tað verður áhugavert at fáa roynt eitt slíkt mál, tí tað skulu serstakliga góðar grundgevingar til fyri at seta fútabann móti pressuni, sigur Anna Ellingsgaard,