Í morgin verður Mentanarnátt í Reykjavík, og har verður eisini nógv føroysk mentan á skránni. Tórshavnar kommuna skrivar á heimasíðusíni, at tey eru boðin við sum heiðursgestur, har umboð fyri býráðið fara at vitja á ymsum stovnum.
Íslendingar kalla sína Mentanarnátt fyri Menningarnótt. Fleiri føroysk listafólk vera at uppliva á Menningarnóttini í Reykjavík leygardagin.
Heiðrik á Heygum og kórið Xperiment skulu framføra á Ráðhúsinum og í Hørpuni. Eisini lata forvitnisligar framsýningar upp á Ráðhúsinum. HAV er framsýning við klæðum, ið eru framleidd úr tilfari úr sjónum. Klæðini eru úrslit av kappingini Blue Fashion Challenge, og verða klæðini at síggja á ginum og á myndum. Lena Anderssen og Niclas Johannesen skulu spæla á føroysku Sendistovu Føroya, tá Menningarnóttin verður sett.
Annika Olsen fer saman við borgarstjóranum í Reykjavík, Daguri B. Eggertson, at seta Menningarnóttina á Ráðhúsinum leygardagin, eftir at hon hevur runnið hálvt marathon í býnum. Seinnapartin leygardagin verður móttøka á Sendistovu Føroya, har Annika Olsen fer at bjóða vælkomin.
Eisini verður myndaframsýning hjá Ólavi Frederiksen, myndamanni, á skránni. Talan er um nýggjar havnarmyndir, sum íslendingar og vitjandi fáa høvi at síggja hesa Mentanarnátt.
Mentamálanevndin fer at vitja listaverkstað, langhyl, ítróttarhøll umframt at spennandi fyrilestrar um ung og fyribyrging av rúsevnismisnýtslu og átøk innan bókmentir og mentan annars vera at hoyra.