Dansk Centralbibliotek í Flensborg er størsta danska bókasavnið uttan fyri Danmark, og hevur millum annað sýnt fram listina hjá Margrethu drotning. Sambært týska Føroya vininum Arna List, er hetta eitt gott stað at sýna fram sína list.
Framsýningin letur upp 8. juni kl. 19.30 og hongur uppi fram til 30. juni. Opið er gerandisdagar kl. 9-18 og leygardag kl. 10-14
Ársráðstevnan fyri danska minnilutan í Týsklandi verður hildin verður hildin í døgunum 9.-11.juni við 45 fundum og tiltøkum kring alt Suðurslesvík, væntandi luttaka umleið 20.000 danir hesar dagarnar.
Eisini luttaka nógv umboð fyri almenna Danmark.