Føroysk krimi útgivin á týskum

Føroysk krimisøga hevur fingið týska heitið »Rache auf der tiefe des meeres«

Nú er enn ein bók hjá Steintór Rasmussen útgivin á týskum máli. Tað er krimisøgan »Hevndin úr havsins dýpi«, sum á týskum hevur fingið heitið »Rache auf der tiefe des meeres«.

»Hevndin úr havsins dýpi« er partur av sonevndu bindiklubbarøðini, sum er krimirøð við fimm bókum. Tann fyrsta var »Deyðin fer í bindiklubb«, og tann seinasta, sum kom úr í fjør, var »Ein er tíðin at liva«.

Fyrsta bókin í røðini, »Deyðin fer í bindiklubb«, var týdd til týskt og útgivin í fjør, og nú kemur so onnur bókin út á týskum máli. Tað er Martin Schürholz, sum hevur týtt bøkurnar til týskt.

– Eg kann ikki annað enn vera eitt sindur errin av hesum, men ikki minni takksamur fyri, at hetta hevur borið á mál, sigur Steintór Rasmussen á facebook vanganum.

Steintór Rasmussen gav í heyst út bók við søgum og krimigátum til familjuna. Bókin kallast »Mín gløggi vinur«. Í bókini eru 77 stuttar krimisøgur, sum fylgja álmanakkanum. Eydna J. Steinberg hevur gjørt tekningar til bókina.

##med2##