Føroysk innrás á Koldbrand festivalinum

Orka og Hanus G. Johansen og spælimennirnir luttaka í hesum døgum á Koldbrand festivalinum á Islands Brygge Frá í dag og fram til 17. oktober verður ein røð av konsertum í Kulturhuset Islands Brygge í Keypmannahavn.

 

Klub Koldbrand, sum í eina tíð hevur skipað fyri tónleikatiltøkum við norðurlendskum rótum, skipar nú fyri einum festivali, sum hevur sama tema. Til høvið hava tey valt sera áhugaverdar bólkar úr flestu Norðurlondum.

 

Føroysku bólkarnir sum luttaka eru Orka, Hanus Johansen og spælimennirnir. Aðrir bólkar sum framføra eru millum annað Afenginn (DK/FIN), Kraja (S) og Kosher-kebab-ethno-brass-punk tónar frá Alamaailman Vasarat (FIN).

 

Koldbrand festivalurin hevur eisini fingið ein risastóran lastbil úr Estlandi, har tú kanst fara í sauna og í brúsubað steðgunum.