Føroysk innrás á Bornholm

Eivør Pállsdóttir spældu í vikuskiftinum tvær útseldar konsertir saman við Steffen Brandt, Julie Marie og Niels Skousen. Men hon var ikki einasta føroyska innslagið á mentanarvikuni á Bornholm, eisini Enekk og Natlys luttóku.

Natlys, við m.ø. Janus Kampmann, Stamen Stanchev og Agnar Lamauge spældi á Musikcaféen fríggjakvøldið. Hetta sama stað var leygarkvøldið karmur um konsert við einum tí besta føroyski bólkinum nakrantíð Enekk.