Stóri altjóða heimasíðuveitarin, Dynamicweb, hevur valt nýggju heimasíðuna hjá Business-Line sum bestu síðuna henda mánaðin Dynamicweb er størsti veitari av heimasíðuskipanum í Norðurlondum og hevur deildir og samstarvsfelagar í nógvum londum. Fyritøkan umboðar fleiri enn 4000 heimasíðukundar kring heimin.
Á altjóða síðuni hjá fyritøkuni dynamicweb-cms.com verður ein heimasíðuloysn tikin fram hvønn mánað, og í juli er tað føroyski roknskaparportalurin og virkisskráin bl.fo, sum Sendistovan hevur ment, ið hevur fingið henda heiður.
Sendistovan umboðar heimasíðuloysnirnar hjá Dynamicweb í Føroyum og hevur frammanundan ment dynamicweb heimasíður til eitt nú báðar teir stóru peningastovnarnar, fleiri aðalráð og stovnar, umframt hópin av smærri og størri fyritøkum.