Føroyska Kristin Lív Jónsdóttir, sum er ættað úr Miðvági, setti um vikuskiftið nýtt íslendskt met í renning á 80o metrum. Kristin Lív rann teinin í tíðini 2.37,59, og hetta var júst nóg mikið til at tryggja henni gullið í stórari rennikapping, eins og talan var um nýtt met á teininum.










