Føroysk ferðafrásøgn í Ørkini í Reykjavík

Sunnudagin klokkan 16.30 verður hugnaløta á Føroyska sjómansheiminum, Ørkini, í Reykjavík.

Hetta verður eftir gudstænastuna í Háteiga kirkju í Reykjavík klokkan 14.00.

Sjómansheimið sigur, at øll eru vælkomin á gudstænastuna og á hugnaløtuna í Ørkini aftan á.

Høvuðstátturin á hugnaløtuni verður ein ferðafrásøgn, har Bergur D. Joensen, prestur, fer at siga frá ferð, sum hann og familjan gjørdi um heimin í 2007 og í 2008.

Saman við børnunum vóru tey fyrst í Nigeria í nakrar mánaðir og síðani ferðaðust tey í fleiri londum: USA, Nýsælandi, Avstralia, Papua Nýguinea, Vanuatu, Kina og Ísrael.

Tey høvdu nógv upplivilsi á ferðini og í nøkrum londum høvdu tey arbeiði at gera á skúlum, í kirkjum ella umborð á trúboðanarskipinum Doulos.