Føroyska sjúklingahotellið Tórshavn í Keypmannahavn, hevur nú fingið eina stórfingna gávu frá teimum fimm fakfeløgunum, sum í løtuni samráðast um nýggjan sáttmála. Tað er ein peningagáva up á 10.000 krónur, sum almenna fakfelagssamstarvið nú hevur latið sjúklingahotellinum.
Í almenna fakfelagssamstarvinum eru Starvsmannafelagið, Pedagogfelagið, Lærarafelagið, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Havnar Arbeiðskvinnufelag.
Tað var eftir, at tey frættu um innbrotið á Hotellið fyri nøkrum døgum síðani, at fakfelgini hava gjørt av at lata hotellinum hesa gávuna.
Í innbrotinum varð sjónvarpið í uppihaldsstovuni stolið og tað vóru tey, ið búðu á hotellinum rættiliga kedd av, tí sjónvarpstólið hevði alstóran týdning fyri tey sum savningarstaður, ikki minst var stórur saknur í sjónvarpinum nú fleiri týðandi dystir í Champions League vóru mitt í vikuni.
Gávan frá fakfelagssamstarvinum er ætlað til eitt nýtt sjónvarp til hotellið
Á hotellinum eru tey ovurfegin um gávuna.
Tey hava ikki fingið sjónvarpið enn, men tey fáa tað heilt skjótt.
Maud Vang Hansen, forkvinna í Pedagogfelagnum, sigur, at hetta er ikki ein sjarmu- tiltak frá fakfeløgunum, nú vit eru á gáttini til arbeiðssteðg.
- Tað er eisini eitt lív uttanfyri samráðingarnar og tað skal eisini livast, sigur hon.
Eisini tey í fakfeløgunum eru greið yvir, hvussu stóran týdning, sjónvarpið hevur fyri tey, sum eru á hotellinum.
- Tað kom okkum fyri oyrað, at sjónvarpið var stolið, og eftirsum øll fakfeløgini vóru saman á fundi kortini, brúktu vit høvið til at tosa um tað og gjørdu av at hjálpa, sigur Maud Vang Hansen.










