-Eg undrist á, hví føroyingar hava tørv á at heingja fólk út og svína tey til á Facebook, sigur Anna Dalsgaard, trivnaðarráðgevi og happingasefrøðingur. Facebook-rákið vindur uppá seg, og nærum hvørt mannabarn hevur eina vangamynd á Facebook.
Hentleikarnir á sosialu heimasíðuni eru nógvir í tali, og hetta hevur eisini ført við sær, at fleiri privatir persónar standa fyri skotum á Facebook.
- Eg skilji als ikki, hví fólk hava áhuga í at svína onnur til, og heingja tey út á almennum kjakrúmum, sigur Anna Dalsgaard.
Ert tú ein ?lúrari? ?
Nógvar ymsar royndir finnast á Facebook, har tey við vangamynd, fáa høvi at kanna eitt hvørt um seg sjálvan, og síggja hvussu vinir teirra hava klárað seg. Til ber eisini hjá limum at gera nýggjar royndir, sum onnur kunnu fáa ágóða av, og ein tann nýggjasta føroyska royndin hevur fingið heitið ?Ert tú ein lúrari??
Royndin hevur til endamáls at geva fólki møguleika at samanbera seg við Jan Allan Muller, sum herfyri var skuldsettur fyri at verða ein sokallaður lúrari.
- Hetta er grov happing av privatum persónum, og fullkomiliga óhóskandi til eina slíka sosiala heimasíðu, sigur Anna Dalsgaard, trivnaðarráðgevi og happingarserfrøðingur.
Í hesum døgum skipar Dátueftirlitið fyri ráðstevnu, har millum annað veður kjakast um Facebook og aðrar sosialar heimasíður.