Seinastu árini hevur tað verið fastur siður, at føroysk fótbóltslið á flatlondum hava kappast um »FM-heitið« fyri útisetalið.
Fyrsta veruliga FM kappingin, sum ber heitið FM-Cup, var í Odense í 1994, og síðani hevur hon ferðast millum »føroysku« býirnar á Jútlandi og Fjóni.
Føroysku sælendingarnir hava ongantíð verið við í kappingini um at eiga besta liðið, og tí hevur kappingin ongantíð verið eystan fyri Stórabelt.
Í ár er túrurin so aftur komin til føroyingarnar í Horsens at vera vertir fyri kappingini.
Sámal Hansen, sum er annar av høvuðsfyrireikarunum sigur við Sosialin, at kappingin verður komandi vikuskiftið.
? Vit spæla leygardagin 25. september. Vit byrja seinnapartin, klokkan 14.00 og halda á, til liðugt er, sigur hann.
? Tíverri hava bara fýra býir boða frá luttøku, men kappingin skuldi verið spennandi fyri tann skuld, sigur Sámal Hansen, sum leggur afturat, at liðini nevniliga eru vorðin alt meira »professionell« seinastu árini.
Tað er nevniliga so, at øll liðini, sum luttaka í FM-Cup 99, leika við í økiskappingini hjá DBU í Jútlandi, og har spæla tey í Seriu 5.
»Føroysku« býirnir, sum luttaka í ár eru Esbjerg, Ålborg, Århus og Horsens.
Sámal greiðir frá, at tað hesaferð ikki eydnaðist føroyingum í Odense og øðrum býum, sum eitt nú Vejle og Svendborg at manna lið, hóast teir royndu alt tað teir vóru mentir.
Smyril Line
letur steypin
Sum vera mann, tá spælt verður um »FM-heitið« fyri útisetar, so verður ikki bara spælt um heiðurin.
Spælt verður eisini um ein ferðasteyp, sum flogdeildin hjá Smyril Line hevur latið, og hetta er sum sagt sætta árið spælt verður um steypin.
Hóast eingin enn hevur vunnið hann til ognar, so kann tað eydnast føroyingunum í Ålborg at fáa klørnar í steypin hesaferð.
Ålborgensararnir hava nevniliga vunnið steypin tvær ferðir áður, og tá reglurnar siga, at tað liðið, sum fyrst vinnur steypin tríggjar ferðir, vinnur hann til ognar, so kunnu tað ålborgensararnir gera tað í ár.
Eins og seinast kappingin var í Horsens, so fer kappingin í ár fram á Østergade Sporttsplads.
? Umstøðurnar har eru stak góðar. Har er hús at vera inni í, og tað skaðar ikki. Harumframt hevur kommunan verið og gjørt vøllin í stand, so hann er ikki til at kenna aftur, sigur Sámal Hansen, sum leggur afturat, at leikararnir hava nakað at gleða seg til, tí vøllurin er góður at spæla á.