Ikki færri enn trý føroysk føroysk løg eru millum eykaløgini á 15 teimum bestu hesa vikuna, hittlistin hjá útvarpinum er annars merktur av útlendskum nøvnum.
Høgni Reistrup er aftur hesa vikuna á ovastu rók. Lagið »Vit Vita At So Er« kom seinastu viku beint inn á ovastu rók, og har er lagið enn. Umframt Høgna er lagið »Mercy Of Dakness« einasta føroyska íkastið á listanum.
Men møguleiki er at velja millum fleiri onnur føroysk løg til listan komandi viku. Millum eykaløgini eru »Who Am I« hjá Lenu Andersen, »Skjótt framvið« hjá Eyðuni Nolsøe og »Viðurkenning« hjá Páll Finnur Páll.