Janus Rasmussen og Brynjolfur á Heygum. Vit kenna teir best sum oddamenn í Side Effect og Lama Sea. Men báðir hava teir nógv onnur jørn í eldinum og avgjørdar meiningar omaná
- Føroyar hava ongantíð havt nakra DJ mentan, men í Danmark verður ein DJ sæddur sum ein listamaður. Tað er stórur mundur á, sigur Brynjolfur, ið er búsettur í Danmark í løtuni, har hann er DJ og ger egnan tónleik undir navninum B.A.B.Y.
Janus Rasmussen, eisini kallaður DJ·ÓR, býr í Íslandi, er DJ og er við í væl umtókta bólkinum Bloodgroup. Hann er samdur við hesum og sigur harumframt, at:
- Klubbar og kaffihús eru ov tilvildarliga samansett í Føroyum. Tað manglar persónligheit í, men tað eru so fá, ið tora at risikera nakað.
Les meira um føroyska DJ mentan og elektroniskan tónleik í Sosialinum í dag, hósdag tann 3. apríl.