Tannheilsan hjá føroyskum børnum er munandi batnað seinastu árini.
Tað vísir ein nýggj frágreiðing hjá tannlæknafelagnum um tannheilsu hjá børnum og ungum hesi seinastu 20 árini.
Frágreiðingin vísir, at 58 prosent av teimum 12 ára gomlu børnunum høvdu góðar tenn í 2011, aftur ímóti 12 prosent í 1991.
- Føroyar er ikki longur eftirbátur á hesum øki, sigur Tannlæknafelagið.
Norðurlendsk kanning, sum varð kunngjørd í september 2010, vísti, at tey føroysku 12 ára gomlu hava tær triðbestu tenninar í Norðurlondum.
- Tó er enn rúm fyri at støða kann gerast enn betri.
Eitt nú høvdu 70 prosent av donsku børnunum í sama aldri, góðar tenn.
- Góða gongdin í tannheilsuni hjá børnum eigur at læra okkum, at tá ið tað snýr seg um fyribyrging og at fremja fólkaheilsu, ber til at røkka munadyggum úrslitum, um vit arbeiða miðvíst, sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, í tíðindaskrivi í kvøld.
Hann sipar til, at í 1998 kom løgtingslógin um barna- og ungdómstannrøkt, ið tryggjar øllum føroyskum børnum upp til 16 ár regluliga tannrøkt.










