Løgreglan hevur í vikuni lagt hald á ymiska útgerð í sambandi við ólógliga stroyming av sjónvarpsrásum, sum áleið 80 føroyingar eru knýttir uppí. Somuleiðis er ein persónur skuldsettur í málinum.
- Hetta er brot á lóg um upphavsrætt, og hesi kunnu vænta, at løgreglan í næstum fer at seta seg í samband við tey. Ert tú ein av hesum persónunum, nýtist tær ikki at seta teg í samband við løgregluna – løgreglan fer at seta seg í samband við teg, boðar løgreglan frá í tíðindaskrivi.
Tað varð eisini staðfest, at aðrir føroyingar havi verið knýttir at skipanini, og løgreglan heitir á fólk um ikki at nýta slíkar ólógligar tænastur.