Føroyingur vann hálva miljón í Keno

Ein føroyskur spælari, sum hevur spælt við í Keno-spælinum hjá Danske Spil, vann hálva millión krónur og fekk harvið eina jólagávu tíðliga í ár. Hepni vinnarin, sum er úr Vestmanna, hevði gjørt eina íløgu á 300 krónur - og gjørdist við Keno-spælinum seinasta sunnukvøld hálvur miljóningur.

Hann hevði keypt seðilin á Magnstøðini í Vestmanna.

Men hvat er Keno?

Jú, Keno er eitt talspæl við 70 tølum, har hvønn dag verða drigin 20 tøl. Tú skal velja tøl millum 2 og 10, og so ræður um at hava so nógv tøl røtt sum gjørligt.

Tín møguleiki fyri at vinna hongur saman við, hvussu nógv tøl, tú hevur valt. Sama er galdandi fyri møguligan vinning, sum avhongur av, hvussu stóra upphædd, tú hevur spælt fyri.