Føroyingur í uppskoti til norðurlendska bókmentavirðisløn

Lív Maria Róadóttur Jæger kann vinna Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri yrkingasavnið "Eg skrivi á vátt pappír"

Uppskotið frá føroysku tilnevningarnevndini at vinna Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins í ár er yrkingasavnið Eg skrivi á vátt pappír eftir Lív Mariu Róadóttur Jæger. Forlagið Eksil gav út í 2020.

Í grundgeving skrivar nevndin m.a, at yrkingarnar í bókini eru festar í viðurskifti millum menniskju og í sambond við tekstir hjá øðrum yrkjarum, høvundum og heimsspekingum. Í støðum eru yrkingarnar einfaldar og greiðar, næstan sum vóru tær neyvar greiningar av hugtøkum ella fyribrigdum í gerandisdegnum, og so brádliga verður málið sansaligt, ein eygleiðing verður tulkað ella eitt minni verður til eina mynd. Yrkjaraegið er barn, tannáringur, lesandi, vaksin, men sjónarhornið í yrkingunum er støðugt kannandi. 

Ávís viðurskifti og persónar ganga aftur, týdningarmest av øllum er ein omma, “saftiga reyðgul”, og barn hennara, sum druknar í eini á.

Allur teksturin um savnið sæst á heimasíðu Norðurlandaráðsins HER.