Ein dopingtest av føroyinginum, Frans Johannsen, sum býr í Esbjerg og svimur fyri Esbjerg Svømmeklub og harvið hevur danskan svimjutjóðskap, vísti herfyri, at hann hevði tikið eitt evni, ið ikki er lógligt at brúka í sambandi við svimjing.
Frans Johannesen er testaður positivur í at hava tikið ólógliga evnið terbutalin í sambandi við kappingina Danish Open í mars mánað fyrr í ár. Evnið terbutalin er millum annað at finna í heilivági móti astma.
Hetta skrivar Danska Svimjisambandið á heimasíðu síni.
Avleiðingin av dopingkanningini er eitt nú, at føroyski svimjarin ikki kann luttaka í kappingini Mare Nostrum, sum er í Barcelona og byrjar í morgin.
Sjálvur sigur Frans Johannesen, at orsøkin til at dopingtestin var positiv er tann, at hann brúkti astmaheilivág undir Danish Open.
- Eg eri vanur við at brúka ein innhalator hvønn dag. Tí hugsaði eg ikki, at tann nýggi innhalatorurin, sum eg brúkti undir Danish Open, kundi innihalda eitt evni, ið er ólógligt, sigur Frans Johannesen.
Í danska svimjifelagnum, sum Frans Johannesen er partur av, eru bæði leiðsla og venjari kløkk av positivu testini. Eisini Danska Svimjisambandið heldur hetta vera eina keðiliga hending.
- Tað er sjálvandi ein sjokkerandi og keðilig nýggheit at fáa, at ein av okkara landsliðssvimjarum er tikin í eini dopingtest. Men nú mugu vit eisini halda fast við, at hetta málið ikki byrjar fyrr enn nú. Tí mugu vit brynja okkum við toli og bíða, til at málið verður viðgjørt í Dopingnevndini í Danska ítróttarsambandinum, sigur stjórin í Danska Svimjisambandinum, Pia Holmen.
Dopingnevndin í Danska Svimjisambandinum hevur innkallað Frans Johannesen inn til samrøðu um hálvan juni. Málið skal eisini til hoyringar, og tískil fara ivaleyst nakrar vikur at ganga, áðrenn endalig niðurstøða er gjørd í málinum.
Frans er uppvaksin í Danmark og hevur allatíð umboðað donsk feløg.