Ann Mari Robertson hevur seinastu 14 árini búð í New Orleans saman við familju síni. Sunnudagin valdi hon og maðurin at rýma undan ódnini Gustav saman við báðum gentum teirra, fýra og eitt ára gamlar.
- Vit høvdu tosað nógv aftur og fram um vit skuldu fara ella ikki, og høvdu faktisk gjørt av ikki at fara, tí vit roknaðu við, at ódnin ikki fór at verða so hørð. Men so gav borgarstjórin boð um, at øll skuldu rýma, og so máttu vit bara fara, sigur Mari Ann Robertson.
Tað gekk so allur leygardagurin við at rigga til. Tey settu upp fyri vindeyguni, pakkaðu og gjørdu seg annars til reiðar at rýma úr heimi teirra. Tey fóru so avstað sunnumorgun, og leiðin fekk til Florida.
- Vit plagdu annars altíð at fara upp til Memphis, tá vit evakueraðu, og tað er ein koyritúrur upp á seks tímar. Hertil, sum vit eru í Pensacola í Florida, tekur koyritúrurin vanliga fýra tímar, men hjá okkum tók hann átta, orsakað av nógvu ferðsluni. Tað er kortini nærri við, og so kunnu børnini eisini hugna sær á strondini, sigur Mari Ann Robertson.
Evakueringinn byrjaði longu hósdagin, so tá familjan Robertson fór heiman ífrá sunnudagin, sóu tey so at siga ongar bilar.
- Tey, sum skuldu hava hjálp, blivu longu evakuerað hósdagin; gomul og sjúk og illa gongd. Síðani kundu tey, sum ikki høvdu bil, ringja til eitt nummar hjá kommununi, og kundu tey sleppa við bussum út úr býnum, sigur Mari Ann Robertson.
Hetta fór fram allan fríggjadagin og leygardagin eisini, og fólk við egnum bili byrjaðu so at rýma úr býnum leygardagin.
Bíða eftir streyminum
- Privatfólk byrjaðu longu at fara fríggjadagin, tí mánadagurin var almennur frídagur, so fleiri høvdu longu ætlanir um at fara úr býnum kortini. So tá vit fóru avstað sunnudagin, sóu vit ongar bilar – uttan løgreglubilar og National Guard. So tað gekk fínt at koyra, til vit vóru komin ein tíma út um New Orleans, tá rendu vit okkum í nógva ferðslu, sigur Mari Ann Robertson.
Tey vóru enn í gjár stødd í Pensacola, og vistu tí einki um, hvussu standurin var í húsunum, sum tey venda aftur til í dag.
- Nei, vit vita einki um, hvussu støðan er í húsunum. Men hesaferð liggja húsini oman fyri havyvirflatuna, og tað hevur ikki verið nøkur vatnflóð í okkara grannalagi, so er nakað hent, er tað ein trægrein móti einum vindeygað ella á takið. Annað skuldi ikki verið hent, sigur Mari Ann Robertson.
Streymurin er farin um allan býin, men hann er komin aftur onkunstaðni. Tó ikki í grannalagnum hjá Mari Ann Robertson, og áðrenn tað hendir, fara tey ikki aftur til New Orleans.
- Hitin liggur um 30 gradir, so tað er ikki serliga stuttligt at vera har við ongari air-condition. So vit hugna okkum bara her, til streymurin kemur aftur, sigur Mari Ann Robertson.
Partvís endurbygdur
Fyri trimum árum síðani herjaði ódnin Kathrina við deyðiligum fylgjum, tá 80% av býnum fekk skaða, og fleiri enn 1500 fólk lótu lív.
- Tað var nakað heilt annað. Húsini, sum vit høvdu tá, lógu undir havyvirflatuni. Har fingu vit eina vatnflóð, sum stóð tveir metrar upp í húsinum, so tey fóru heilt. Og tað gingu tríggjar vikur, áðrenn vit sluppu inn aftur í býin bara at hyggja eftir húsunum, hvussu tað stóð til, sigur Mari Ann Robertson.
Ta ferðina fluttu tey til Houston, og har vórðu tey verandi í eitt ár. Og tey vóru ikki á einum máli um, hvørt tey skuldu flyta aftur til New Orleans ella ikki. Hon segði ja, maðurin nei. Men hví flyta aftur til ein bý, sum er so útsettur fyri ódnum?
- Eg veit ikki. Býr tú í Kalifornia, so skal tú hugsa um jarðskjálvtar, býr tú longur norðuri, skal tú hugsa um tornadoir, so tað er allastaðni okkurt. Men tað var so eitt, vit hugsaðu um, tá vit skuldu hava nýggj hús, og tað var, at tað skuldi vera yvir havyvirflatuni, sigur Mari Ann Robertson.
Nógv vildu verða við, at Kathrina meiri ella minni legði býin í oyðu, og at hann ongantíð gjørdist hin sami aftur, men so er tað kortini ikki heilt.
- Teir partar av býnum, har ferðafólk vitja, Franska Kvarterið, The Garden District Uptown, sær alt júst tað sama út, sum tað gjørdi áðrenn. Men so eru tað aðrir býarpartar, sum The Lower Minds World, har er lítið og einki bygt upp aftur, sigur Mari Ann Robertson.
Hava lært av Kathrina
Men útlitini fyri hesari nýggju ódnini vógu grimari enn tá Kathrina herjaði, tí spátt var, at hon kundi koma heilt upp í kategori fimm, sum er tvey stig hægri enn Kathrina var.
- Tá hon var yvir Kuba, var hon kategori fýra, og teir væntaðu tá, at tá hon kom yvir heita sjógvin í Golfinum, kundi hon koma upp á kategori fimm. Og tað var tá vit gjørdu av, at vit nokk heldur máttu fara, sigur Mari Ann Robertson.
Men Gustav gjørdist ongantíð so sterk, og tá hon rakti land var hon bert kategori tvey.
- So hon gjørdist ongantíð so sterk, sum teir óttaðust. Men tað er ongantíð lætt at siga, og tá tú skal evakuera tvær milliónir fólk, so mást tú byrja fleiri dagar framman undan. Og sum støðan var mettu teir, at frægast var at fáa fólkið út úr býnum, sigur Mari Ann Robertson.
Men brent barn ræðist eld, og býarleiðslan í New Orleans hevur lært av ódnini Kathrina.
- Evakueringin var nógv betur skipað hesaferð. Undir Kathrinu var tað líkasum at hvør var sær sjálvum næst, meðan fólk hesaferð fingu hjálp, sum høvdu hjálp fyri neyðini. Ongum nýttist at vera eftir í býnum, sum ikki vildi vera eftir, sigur Mari Ann Robertson.
Tey fara aftur til New Orleans aftur tá streymurin kemur aftur, og tað vónaði hon verður í dag.