Ein dystur verður leiktur í næstbestu donsku deildini í kvøld. Talan er um dyst millum Vendsyssel og Vejle, sum bæði hava føroyskar leikarar á sínum liðið.
Hjá Vendsyssel spæla teir tríggir føroyingarnir René Shaki Joensen, Meinhard E. Olsen og Hákun Edmundsson, meðan Viljormur Davidsen er millum lyklaleikararnar á liðnum hjá Vejle.
Undan dystinum hava bæði liðini eitt til felags higartil í kappingarárinum, sum er at hvørgan hevur vunnið nakran av teimum dystunum sum liðini hava spælt.
Vendsyssel hevur tapt báðar teir fyrstu dystirnar sum teir hava spælt, meðan Vejle hevur spælt báðar javnar.
Sjálvur dysturin millum Vendsyssel FF og Vejle BK byrjar í kvøld klokkan 17:00 føroyska tíð. Til ber at síggja dystin á Tv3Sport 1, sum sæst á Televarpinum.