Í veljarakanningini, sum Fynd gjørdi fyri Sosialin í september, sæst, at 70 prosent av føroyingum ynskja at undirsjóvartunnilin til Sandoynna skal verða útsettur.
Av teimum 621 spurdu vildu 70,8 prosent útseta tunnilin, meðan 23,9 prosent ikki ynsktu at útseta hann. 5 prosent av teimum spurdu høvdu ikki tikið støðu ella svaraðu ógreitt. Spurningurin, sum settur var, ljóðaði soleiðis: Løgtingið eigur at útseta undirsjóvartunnilin millum Sandoy og Streymoynna? Og vóru svarmøguleikarnir ja, nei ella veit ikki.
Sandoyingar heitastir
Ikki óvæntað eru sandoyingar heitastir fyri undirsjóvartunlinum til Streymoynna. Fyrivarni eigur sjálvsagt at verða tikið fyri, at talið av spurdum sandoyingum er sera lágt, einans 18. Men av teimum siga 16.7 prosent at tunnilin skal bíða, meðan 83.3 prosent vil hava hann nú.
Mest ivasom um verkætlanina eru fólk í Norðstreymoy, har 78.4 prosent vilja bíða, 16.2 prosent vilja hava tunnilin nú, meðan 5.4 prosent siga seg ikki hava nakra støðu til málið. Eisini er stórur meiriluti av teimum spurdu í Suðurstreymoy ímóti at tunnilin verður gjørdur nú. 76.1 prosent vilja bíða, 18.9 prosent vilja hava hann nú, og 4.8 prosent hava ikki tikið støðu enn.










