Føroyingar vilja hava sushi

Á sosialu heimasíðuni Facebook er ein bólkur stovnaður, har yvir hundrað føroyingar taka undir við, at fáa eina sushi matstovu í høvuðsstaðnum. Facebook rákið vindur uppá seg, og alsamt fleiri sokallaðir bólkar verða stovnaðir ? eisini av føroyingum.

 

Seinastu føroyski bólkurin ber heitið ?Vit krevja eina ordiliga sushimatstovu í Havn!?, og er limatalið fari uppum hundrað, nú bert fáir dagar eftir stovnanina.

 

Og hetta kravið verður eftir øllum at døma skjótt uppfylt, tí í næstum letur ein sushimatstova upp í miðbýnum í Havn, og verður tað í fyrrverandi hølunum hjá Jinx kafeini, ið fyri stuttum lat aftur.

 

Enn er ikki greitt júst nær sushimatstovan letur upp, men væntandi verður tað í summar.