Føroyingar vilja hava Prix Føroyar aftur

402 føroyingar eru við í nýggja Facebook bólkinum ?Prix Føroyar vinir?. Bólkurin vil hava Prix Føroyar aftur á skíggjan Facebook bólkar hópa seg upp, og tú fært innbjóðing til alskyns bólkar við alskyns endamálum hvønn dag.

Nú er ein bólkur stovnaður undir heitinum ?Prix Føroyar vinir? Stigtakarar siga soleiðis um bólkin.

 

- Vit sum minnast aftur á Prix Føroyar við gleði og ynskja at tónleikakappingin og sjónvarpssendingin verða enduruppfunnin.

Prix Føroyar var ein tónleikakapping sum Norðurlandahúsið tók stig til í 1995 og sum helt fram til 2005, í samstarvi við FUT, SvF, ÚF og við hjálp frá ymiskum áhugafeløgum í Føroyum.

Endamálið við Prix Føroyum var fyrst og fremst at geva føroyskum tónleikarum møguleikan at framføra egin løg á einari proffessionellari konsert.

 

Ymsar hugsan koma til sjóndar á síðuni hjá bólkinum. Millum annað sigur ein stuðularar soleiðis.

- JA! Prix Føroyar come baaack! Føroyski tónleika pallurin hevur aldrin blomstra so nógv sum tá Prixi var.

- Tað manglar alvorliga kapping á føroyska tónleikapallinum!

- Má erligt siga, at um eg skuldi valt ímillum festivalar ella prixi, so hevði eg valt prixi.

 

Tónleikakappingar av ymsum slag hava stungið seg upp í londunum kring okkum. Nevnast kann X-Factor og Talent, og hava hesar kappingar fingið sera stóra undirtøku ímillum hyggjararnir. Í Føroyum hevur eingin føroysk tónleika kapping verið víst í sjónvarpinum, síðani Prix Føroyar var tikið av skíggjanum.