Alnetið kennir ikki landamørk.
Tað ger barnaporno á internetinum sostatt heldur ikki.
Tí hava Føroyar gjørt av at vera við í einum felags norðurlendskum átaki í eini roynd at bremsa barnaporno á alnetinum.
Tað er úrslitið av einum fundi í Svøríki ímillum løgmálaráðharrarnar í Norðurlondum í farnu viku.
Við á fundinum vóru eisini politimeistararnir í Norðurlondum.
Helena Dam Neystabø, landsstýriskvinna í lógarmálum, var við á fundinum og hon sigur, at evnið á fundinum, var at sameina eitt felags norðurlendskt átak ímóti barnaporno og øðrum yvirgangi ímóti børnum á alnetinum.
Hon sigur, at hóast tað er ógvuliga harmiligt, mugu vit tíverri ásanna, at barnapografiskt virksemi á alnetinum er alsamt veksandi við risaferð.
- Løgmálráðharrarnir ásanna, at tað er neyðugt við einum felags átaki, tí alnetið verður ikki steðgað av landamørkum og tí er neyðugt at londini samskipa tey átøk, sum skulu gerast ímóti lógarbrotum á netinum.
Tí hava løgmálaráðharrarnir í Norðurlondum avtalað at ganga saman um eitt átak.
Felags teldubanki
Ein høvuðstáttur í hesum arbeiðið verður at stovna ein felags ambætara við tekniskum upplýsingum um myndir, tí hvør mynd hevur eitt talgilt sereyðkenni, ella eina talgilta kotu og út frá hesi kotuni, kann myndin eyðmerkjast.
- At savna allar hesar myndirnar í ein felags norðurlendskan teldubanka, ger tað munandi lættari at eyðmerkja tær ístaðin fyri at øll Norðurlondini skulu gera hetta arbeiði hvør í sínum lagi.
-Tann samskipanin er, at upplýsingar um myndir, sum eru parnapornografiskt eyðmerktar í felags teldubankanum, verða spjaddar út til øll londini, so at myndugleikarnir í øllum londunum lættari fáa at vita, hvar ólógligar myndir liggja.
Samstundis hava londini ment ymsar stopp-síður, sum senda ávaringar, tá ið ein brúkari er á veg inn á ólógligar heimasíður og sum eisini sálda ólógligar heimasíður frá, so at tað als ikki slepst inn á tær.
- Støðan er eisini so, at tann, ið hyggur eftir slíkum myndum, er líka sekur sum tann, ið leggur tær á netið.
Tippa hvønn annan
Samstundis skal samstarvið ímillum løgregluna í teimum ymsu Norðurlondunum styrkjast við felags útbúgvingum og skeiðum á hesum øki og samstarvið ímillum londunum um at menna forrit at finna og forða barnaporno skal eisini mennast.
- Men norðurlond eru eisini samd um at tippa hvønn annan, soleiðis, at varnast tey í einum norðurlandi nakað ólógligt á hesum øki, kunna tey hini londini um tað.
Í hesum sambandi eru Føroyar í eini serstøðu, tí okkara løgregla er donsk og tað ásannar Helena Dam á Neystabø eisini
- Føroyskir myndugleikar eru mest sum bara eygleiðarar á einum fundi sum hesum, uttan at hava avgerðarmyndugleikar.
Men fyri egnu rokning kann eg so bara siga, at eg vóni, at vit yvirtaka løgregluna skjótt.
- Hinvegin er hetta so markbrótandi lógarbrot, bæði etiskt og moralskt, at hvørki vit, sum almennur myndugleiki, ella nakar annar, kunnu loyva okkum at lata eyguni aftur. Tí mugu eisini vit fylgja við og vita, um tað er nøkur fyrisitingarlig tiltøk, sum vit kunnu seta í verk fyri at steðga hesum virkseminum, um so løgreglan er førosk ella donsk, sigur Helena Dam á Neystabø afturat.