Føroyingar við í stórum mentanartiltaki í Kanada

Heili 23 lond bjóðaðu sær til at hýsa einum felags, norðurlendskum tiltaki

Í gjár var Høgni Hoydal, landsstýrismaður í mentamálum, á fundi við hinar mentamálaráðharrarnar í Norðurlondum fyri at taka støðu til, hvar næsta stóra Norðurlendska mentanartiltakið skal vera. 

Undanfarin ár hava stórbýir, sum London og Washington, hýst stóru felags Norðurlendsku mentanartiltøkunum, har eisini føroyingar hava tikið lut við framførðslum og sýninginum, sigur landsstýrið í eini fráboðan í morgun.

Á fundinum í gjár samdust Norðurlendsku mentamálaráðharrarnir um, at næsta landið at hýsa hesum stóra mentanartiltakinun skal vera Kananda, og hetta verður eitt tiltak, sum skal vara alt 2021. 

Høgni Hoydal sigur, at tað var ringt at velja eitt einstakt land, tí áhugin fyri at hýsa tiltakinum hevur verið ovurhondsstórur kring heimin. Hann sigur, at heili 23 ymisk støð bjóðaðu seg fram at hýsa tiltakinum næstuferð.

Høgni Hoydal sigur, at hann tekur undir við, at tað verður Kanada, sum skal skipa fyri tiltakinum, tí norðurlendsku sambondini til Kanada eru drúgv og søgulig.

– Fyri Føroyar er tað serliga havið og fiskiskapur, sum hevur knýtt Føroyar og Kanada saman og nú tiltakið verður í Kanada, røkkur tað tvørtur um alt Norðuratlantshav, og Arktis, og í roynd og veru liggja Føroyar beint í miðjuni.

Hann heldur somuleiðis, at við hesum tiltakinum kunnu eisini føroysk mentan, og føroysk listafólk, fáa ein týðandi leiklut.

– Endamálið við hesum felags Norðurlendsku mentanartiltøkunum kring heimin, er at styrkja samspælið ímillum Norðurlendsku mentan og umheimin og at vísa umheiminum Norðurlendska mentan.

Við á skránni verða fleiri ymsar listargreinar, men dentur verður serliga lagdur á list við einum burðardyggum vinkli ,og á listafólk, sum kanna burðardygd í sínum arbeiði, og hava ein málsetning um at arbeiða soleiðis, tey ikki elva til nakað útlát av vakstrarhúsgassum.