Tað er neyðugt at fáa ein stovn í Føroyum at hava eftirlit við brekøkinum. Tað heldur Tóra við keldu, forkvinna í Megd.
Hon vísir á, at í 2009 skrivaði Føroya Landsstýri undir sáttmála við Sameindu Tjóðir um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek. Endamálið við skrivligu avtaluni er, at Føroyar skulu verða eitt gott land at búgva í hjá øllum, ið bera brek.
Í Grein 33 í sáttmálanum stendur, at Føroya Landsstýri skal tryggja, at fólk, ið bera brek, fáa tey rættindi, ið eru ásett í sáttmálanum. Og ein trygd fyri hesum skal vera, at eitt óheft eftirlit verður sett á stovn.
– Føroyar hava einki óheft eftirlit, hóast tað áhaldandi hevur verið víst á tað. Endamálið við tí skal vera at menna eina skipan, sum er politisk óheft, sum hevur ein greiðan myndugleika, sum hevur serkunnleika á økinum, og sum kann koma við tilmælum, sum styrkja kor teirra, ið bera brek
Grønlendingar hava ein ein slíkan talsmann á brekøkinum og hann er ráðgevarari og vegleiðari hjá almennum og privatum stovnum. Hann skal eisini tryggja at alt lógarverk byggir á ST-sáttmálan. Talsmaðurin samstarvar við myndugleikar, stovnar og feløgini á brekøkinum, men hann arbeiðir ikki við persónsmálum.
– Hann hevur myndugleika at gera vart við eg alment og dentur verður lagdur á, at øll kunnu venda sær til talsmannin, men persónar við breki hava fremstu raðfesting.
– Her eigur føroyski politski myndugleikin, eins og grønlendski, at vísa vilja í verki, sigur Tóra við Keldu. Hon sigur, at tað er neyðugt við einum óheftum eftirliti, ið tryggjar, at ST-sáttmálin um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek, bæði verður virdur og fylgdur, sigur hon. Og tí heldur hon, at eisini føroyingar eiga at fáa ein talsmann fyri brekøkið.
Les eisini: Neyðugt við einum óheftum eftirliti









