Nøgdin av burturkasti, sum verður endurnýtt, er økt 40 prosent hesi seinastu fimm árini frá 2012 til 2016. Tað vísir ein uppgerð hjá Umhvørisstovuni.
Burturkast frá húsarhaldum, stovnum og virkjum, verður antin brent, tyrvt, endurnýtt, ella verður tað lat til viks sum serliga dálkandi burturkast og tað verður sent av landinum til serliga viðger
Umhvørvisstovan hevur nú gjørt upp, hvussu nógv burturkast er brent, tyrvt, endurnýtt ella sent til serliga viðger uttanlands.
Uppgerðin er fyri árini frá 2012 til 2016, og hon vísir, at hesi árini er nøgdin av burturkasti økt 8.000 tons, tí í 2012 høvdu vit 44.000 tons av burturkasti, men í 2016 høvdu vit 52.000 tons. Sostatt er tala um ein vøkstur upp á 18 prosent hesi árini.
Hóast nøgdin a burturkasti er vaksin hesi árini, sæst eisini, at meiri burturkast verður skilt frá til endurnýtslu.
Uppgerðin vísir nevniliga, at nøgdin av burturkasti, ið verður endurnýtt, er økt lutfalsliga mest, tí hon var 6.000 tons í 2012, men í fjør var hon 8.500 tons, og sostatt er talan um ein vøkstur upp á eini 40 prosent.
Til samanberingar kann nevnast, at nøgdin, ið er brend er økt 10 prosent og serliga dálkandi burturkast er økt fýra prosent.
Ójavnt er, hvussu nógv er tyrvt, men tað er ímillum 6.000 og 9.000 tons. Tað sum serliga ávirkar nøgdina av burturkasti, ið verður tyrvt, er byggivirksemið. Er nógv bygging, er nógv burturkast at tyrva, tí tað, sum verður tyrvt er grót, betong, gipsplátur, og annað burturkast hjá byggivinnuni.
Í Føroyum eru tvey feløg, sum taka ímóti burturkasti, Kommunala Brennistøðin, KB, í Havn og IRF, sum er ein interkommunalur renovatiónsfelagsskapur, ið hinar 28 kommunur í Føroyum eiga og reka.
KB og IRF hava ábyrgdina av at savna inn og viðgera alt burturkast í teirra kommunum. KB tekur ímóti burturkasti frá umleið 7.500 húsarhaldum og IRF frá umleið 11.000 húsarhaldum. Harafturat taka tey ímóti burturkasti frá stovnum og fyritøkum.










