Føroyingar í USA – Eru ørg inn á bæði valevnini

Tað er ikki bara í Føroyum, at val er í dag. Forsetaval er í USA og allur heimurin bíðar við spenningi eftir úrslitinum. 


Fleiri føroyingar búgva í USA, og hava vit sett nøkrum teirra nakrar spurningar um hvussu tey uppliva valstríðið.


Navn: Arnbjørn Mortensen
Hvar í USA býrt tú: Eg búgvi í Superior í norður Wisconsin.


Hvussu hevur valstríðið verið har tú ert? Verður nógv gjørt burturúr? 
- Eg má erligt talt siga, at eg eri bilsin um hvussu lítið hevur verið at hoyrt um valstríðið her. Eg plagi at lesa tíðindi á teimum stóru miðlunum, og har hoyrir man alla tíðina okkurt, men fólk her tosa lítið um tað. Eg haldi fólk eru blivin so von við allar gølurnar, at tað fyllir ikki so nógv í gerandisdegnum longur.


- Meðan undanvalini vóru var nógv meira at hoyra. Hóast Superior er ein lítil býur, so hava bæði Trump og Bernie Sanders verið her tá valstríð var til undanvalini. Tá tosaðu nógv her um politikkin hjá Sanders og Clinton, og eg haldi ikki at tey flestu tóku Trump í serliga stórum álvara.


- Fyri nøkrum fáum døgum síðani sló tað meg, at valið var beint fyri framman. Eg varð hvøkkur yvir, at so lítið verður tosað um valstríðið her. Tá eg tosi við familju og vinir heima, tá verði eg altíð spurdur um valstríðið. Eg haldi, at føroyingar fylgja nógv betur við tí amerikanska valstríðnum enn fólk her gera.


- Ein møgulig grund til, at tað hevur verið so lítið at hoyrt um valið her á campus kann vera, at fleiri eru so ørg inn á bæði valevnini. Tað eru heilt nógv, sum ikki dáma Clinton, tí tey ikki halda tey kunnu stóla uppá hana. Tað er 100% vist, at næsti forsetin verður Trump ella Clinton. Tey síggja hetta valið sum pest ella kolera, so fleiri av teimum vilja heldur velja Third Party. Tað kann vera ein av orsøkunum til, at fólk her tíma illa at tosa um valið.


Hvussu upplivir tú munin millum eitt amerikanskt og føroyskt valstríð?

- Eg haldi, at størsti munurin millum eitt føroyskt og amerikanskt val er, hvussu fíggindasinnað og kappingarsinnað tað veruliga er. Tá fólk tosa um politikkin hjá Trump ella Clinton, so er tað ikki í teirra egna rætti, men hvussu hann stendur í mun til hin. Fólk eru ofta skjót til niðurstøður, áðrenn tey veruliga fata hvat tað gongur út uppá. Hetta hendur kanska eisini í Føroyum, men her er tað øgiliga týðiligt.


Hvør metir tú vinnur í morgin? 

- Eg vænti, at Clinton verður næsti amerikanski forsetin. Tey flestu á universitetinum, bæði næmingar og lærarar, vilja ikki hava Trump at gerast forseta. Men tó, so havi eg sæð nógvar Trump valplakatir á grasplenunum runt umkring. Eg fái ikki tosað fyri allar veljarar, men teir Trump veljarar, sum eg havi tosað við, dáma mannin illa, men velja hann av prinsipiellum og búskaparligum grundum. Heilt einkult, sambært teimum eg havi tosað við, so geva republikanarar skattalætta, meðan demokratar krevja hægri skatt.