Tað er ikki bara í Føroyum, at val er í dag. Forsetaval er í USA og allur heimurin bíðar við spenningi eftir úrslitinum.
Fleiri føroyingar búgva í USA, og hava vit sett nøkrum teirra nakrar spurningar um hvussu tey uppliva valstríðið.
Navn: Meinhard St.john
Filmsleikari búsitandi í San Francisco
Hvussu hevur valstríðið verið har tú ert?
- Valstríðið hevur nú varað í umleið hálvtannað ár. Í byrjanini tá í Donald Trump stillaði upp hildu fólk, at tað varð undirhaldandi og flentu at tí. Nær um øll søgdu, at hann aldrin fór at koma serliga langt í valstríðnum. Og hygga nú. Teir floksfelagir, sum tóku avstand frá tí, sum hann segði og gjørdu, noyddust síðan at bakka hann upp í tilfeldi av, at hann verður nýggi forseti.
- Hann hevur sanniliga sagt tað hann hevur haft hug til og ikki haft nakað filtur. Republikanarar hava elskað og hatað tað. Tað hevur klovið tann republikanska bólkin í tveir partar. Og tað at so nógvir fyrrverandi republikanskir forsetar hava alment kunngjørt, at teir heldur fara at seta atkvøðuna hjá Hillary, sigur nógv um støðuna.
Verður nógv gjørt burturúr?
- Valstríðið fyllir ALT í miðlinum her. Fólk eru troytt av tí nú. Eisini tí, at støðið er ikki tað sum áður. Kappingin er vorðin ljót, og á einum lágum støði. Av tí sama hevur SNL (Saturday Night Live) havt so nógv gótt tilfar til teirra sendingar. Trump er sum eitt forkelað barn sum lættliga verður fornermaður og svarar irrationelt og kensluliga á skeivan hátt.
Flestu amerikanarar halda at tað er nú eitt val millum pest ella kolera. Gott nokk er Hillary eisini kend fyri at vera “Dirty” og hevur broytt meiningar sera ofta, gjørt nógvar brølarar politiskt og privat. Men hon hóast alt før fyri at megla, samráðast og hevur fingið ósamd lond saman um borið. Sum støðan er nú kring heimin, politiskar spenningar í Asia, Miðeystri, Afrika og Evropa so er Hillary sjálvandi tann rætti forsetin, sum sjálvandi verður vald í morgin.
Hvussu upplivir tú munin millum eitt amerikanskt og føroyskt valstríð?
Eg haldi at størst munurin millum eitt val er í USA og heima í Føroyum er, at her eru bara tveir flokkar at velja í millum. Bernie Sanders var sera væl umtóktur í teimum stóru býunum, og eg helt at hann nokk er tann sum er mest evropeiskur, tá tað kemur til broytingar í samfelagnum her í USA. Flestu amerikanarar vóru ikki klárir til tað stóra broytingina tað hevði havt við sær, um hann varð valdur til forseta.
Kunnu føroyingar og amerikanarar læra nakað av hvørjum øðrum?
Eg haldi føroyingar kunnu læra at vera meira beinleiðis, og betri tora at siga tað, sum tey standa fyri. Klárt og einkult, menn samstundis er tað nakað serligt í Føroyum tí landið er so smátt og tí er mann samstundis meira viðbrekin.
Amerikanarar kunnu læra, at tað er betur at hava fleiri politiskir partar, sum kunnu fevna breiðari um samfelagið í USA. Her eru so nógv fólk úr øllum heiminum. Her er pláss fyri øll og tað er tað, sum ger, at tað er so “diverse". Men tað krevur, at fólk er objektiv og ikki blendað av religiøsum bondum o.s.fr.
Hvør metir tú vinnur í morgin?
Eg vænti og innarliga vóni at Hillary verður nýggi forseti týsdagin.