Føroyingar undir fiskaframleiðslu í Letlandi

Føroyskir íleggjarar hava saman við íslendingum stovnað fyritøkuna, Fariga Seafood, sum nú fer undir fiskaframleiðslu í Letlandi

Fyri fyrstu ferð í føroyskari vinnulívssøgu fara føroyingar nú undir fiskaframleiðslu í Letlandi. Tað er nýstovnaða felagið, Fariga Seafood SIA, sum fyrst í komandi mánaði byrjar framleiðslu í býinum Olaine í Letlandi. Stigtakarar til nýggju fyritøkuna og slóðbrótandi verkætlanina í baltalandinum eru Egil Olsen og Petur Olsen, ið eiga fyritøkuna saman við íslendskum íleggjarum og samstarvsfeløgum. Teir báðir hava seinastu dagarnar fingið í lag avtalurnar, ið gera verkætlanina møguliga, og í fyrradagin varð endaligur sáttmáli um fígging undirskrivaður.
Í tíðindaskrivi verður sagt, at framleiðslan hjá Fariga Seafood verður feskir, frystir og saltaðir fiskaúrdráttir, ið verða virkaðir úr feskum botnfiski úr Norðuratlantshavi.
Egil Olsen, nevndarformaður í felagnum, sigur, at teir síggja góðar møguleikar í at keypa feskan fisk, bæði úr Danmark, Noregi, Ìslandi og Føroyum, umframt tann fiskin, ið verður veiddur í baltiskum øki.
Virkið hjá føroysku-íslendsku fyritøkuni liggur 20 km uttan fyri høvuðsstaðin, Riga. Tað er stívliga fýra ára gamalt, 7.500 fermetrar til støddar í trimum hæddum og í sera góðum standi. Ì fyrsta umfari verður bert niðasta hæddin brúkt, men ætlanin er at víðka framleiðsluvirksemið til eisini at umfata hinar hæddirnar rættiliga skjótt.
- Virkið hevur allar neyðugar góðkenningar, eitt nú ES-góðkenning, og er á sera høgum framleiðslu- og reinførisstigi, eisini tá sammett verður við føroysk fiskavirki, sigur Egil Olsen.
Vøran hjá Fariga Seafood verður framleidd á sama hátt, sum føroyingar framleiða sínar fesku, frystu og saltaðu fiskavørur. Lidna vøran verður útflutt til ES-marknaðin, USA og møguliga eisini til Eystureuropa.
Í tíðindaskrivinum vísir Egil á, at Letland er limur í Europasamveldinum, og tí kann lidna vøran seljast tollfrítt á ES-marknaðin.
- Baltisku londini hava góðar avtalur við grannar sínar fyri eystan, og hesi lond eru í stórum búskaparligum vøkstri, so hetta kann gerast ein áhugaverdur marknaður frameftir. Lága kostnaðarstigið og góða flutningsskipanin í Letlandi, bæði landvegis og loftvegis við stuttari fjarstøðu og nógvum fráferðum, gevur góðar møguleikar at røkja marknaðin bæði væl og skjótt. Hetta gevur góðar møguleikar fyri lønandi virksemi, serliga fyri lønartungum framleiðslum, sigur Egil Olsen.