Sambært kanning, sum InternetSosialinurin hevur gjørt, eru føroyingar tvíbýttir í málinum um bjargingina av Syril Line. 52% eru samd við landsstýrinum um, at tað er rætt, at landsstýrið bjargar felagnum, meðan 48% eru ímóti. Atkvøðugreiðslan sæst á www.sosialurin.fo (klikk her!)
Nú skulu vit sjálvandi takar slíkar quick poll kanningar við øllum teimum fyrivarnum, sum eru. Men av teimum 1.640 fólkunum, sum seinastu sløku fýra tímarnar hava atkvøtt á InternetSosialinum, eru 52% samd við landsstýrinum, meðan 48% eru ímóti.
Løgtingið hevur í kvøld havt fyrstu viðgerð av málinum. Meiriluti tykist vera fyri uppskotinum hjá landsstýrinum. Serliga Tjóðveldi er ivasamt, men eisini Magni Laksafoss úr Sambandsflokkinum segði seg vera rættiliga ivasaman, men hann fer við opnum sinni undir viðgerðina í morgin. Um ikki okkurt kemur fram, sum sannførir hann um, at avgerðin hjá landsstýrinum er røtt, so atkvøður hann ímóti uppskotinum hjá landsstýrinum.
Atkvøðugreiðslan sæst á www.sosialurin.fo (klikk her!).