Fríggjakvøldið verður áhugavert tiltak í Føroyahúsinum í Keypmannahavn.
Byrjað verður klokkan 18.30, tá ið Arne Vatnhamar fer at siga frá ferðini upp á heimsins hægsta fjallatind uttan fyri Himalayafjøll.
Hann fer eisini at vísa myndir frá ferðini.
- Ongantíð áður hevur føroyska flaggið, Merkið, verið borið hægri, enn tá ið føroyingar á fyrsta sinni settu tað á hægsta tindin uttanfyri Himaleya fjøllini, sigur tey í Føroyahúsinum.
- Eftir tvær vikur í tunnari luft, vánaligum veðri, og við hæddarsjúku, mateitran og motivatiónstrupulleikum, rukku teir tríggir, Súni Lamhaugi, Djóni úr Konoy og Arni Vatnhamar, tindin á Aconcagua í Argentina.
Sostatt megnaðu teir at gerast partur í einum lítlum, úrvaldum skara, sum tað eydnast hjá at røkka hesum tindinum.
Hvørt á bjóða 7000 fólk hesum hábærsliga fjalli av, men bara góð 2000 koma heilt upp.
- Tað var 25. januar, at teir tríggir kundu njóta eitt óvanliga vakurt útsýni við bláum himli í 6.962 metra hædd hægri enn vanliga flúgvihæddin á rutuni millum London og Paris.
Í fyrilestri sínum fer Arni Vatnhamar at greiða frá, hvør motivatiónin at gera slíkar túrar er, hvussu fyrireikingarnar vóru, og um mót- og viðburð á túrinun.
Men hetta er sjálvandi eisini kvøldið, tá ið Sveinur skal royna seg í X-faktor finaluni og hon verður víst á stórskýggja eftir fyrilesturin.










