Tað er nógv, sum bendir á, at landsstýrið noyðist tað eyðmýkjandi gongd niður til Danmarkar at biðja donsku stjørnuna hækka ríkisstuðulin til Føroyar einar 300-500 milliónir krónur um árið tey næstu 10 árini.
Tað staðfestir Reidar Nónfjall, búskaparfrøðingur og stjóri á Føroya Handilsskúla.
Í grein í Sosialinum í dag, staðfestir hann, at hesi seinastu árini hevur føroyskur búskapur førkað seg longur og longur burtur frá einum sjálvberandi búskapi.
Og í dag er sjálvbjargni longri burtur enn tað hevur verið í nógv ár.
Hann staðfestir, at skal føroyski búskapurin klára seg við ongum ríkisstuðuli, kann tað bara gerast við einari størri, sterkari, sunnari og kappingarførari útflutningsvinnu.
- Men tað eru nógv greið tekin um, at føroysk vinna ikki megnar at leggja upp fyri eini minking í ríkisstuðulinum og ongi útlit eru fyri at hetta hendir tey næstu 20–30 árini, sigur Reidar Nónfjall.
Skjóta fyrst og spyrja aftan á
Hann nevnir eisini, at tað er greitt fyri honum, at tá ið Løgtingið hevur samtykt at skerja blokkin, ella at frysta hann fastan, er tað gjørt í tíðarskeiðum við hávøkstri uttanífrá, góðum fiskiskapi o.a., og ikki við miðvísum bygnaðarbroytingum í huga.
- Tað er gjørt eftir eini mannagongd um at skjóta fyrst og at spyrja aftan á. Politikarar hava hildið fyri eygu og oyru táið teir hava skert blokkin og so hava teir bara vónað, at okkurt hendir í sambandi við einum sjálvberandi búskapi.
- Men búskaparliga gongdin vísir beint tað øvugta. Vit førka búskapin enn longur burtur frá einum sjálvberandi búskapi og gerast enn meira heft, at ríkisstuðlinum og øðrum váðatengdum inntøkum.
- Táið nú lágkonjunkturur kemur í búskapin, manglar hesin peningar í, sum seinastu tíðina er skorin av ríkisstuðlinum og tí hava vit stórt hall á fíggjarlógini fyri 2009.
- Tað eru sostatt ongar miðvísar bygnaðarligar og aðrar grundleggjandi broytingar gjørdar fyri at búskapurin kann gerast sjálvberandi.
- Politiska arbeiðið byggir á passivitet og ongar ítøkiligar ætlanir, sum stuðla upp undir málið at gerast búskaparliga sjálvberandi.
- Í dag er støðan tann, at føroyski búskapurin er vorðin fullkomiliga heftur at danska ríkisstuðlinum upp á 615 milliónir krónur um árið.
Harafturat koma útreiðslur til rakstur av ríkisstovnum uppá umleið 350 milliónir um árið.
- Verður ríkisveitingin minkað, fer hetta at fáa vanlukkuligar avleiðingar fyri samfelagið, tí tað hevði verið neyðugt at skert fíggjarlógina munandi, ella noyðist landskassin at fíggja hall við innistandandi ella lántøku, men tað ber ikki til í longdini.
Grønlendskir tilstandir
Reidar Nónfjall vísir á, at hagtølini vísa heilt greitt, at tað er stór gjógv millum inn- og útflutning av vørum. Í 2006 varð virðið av innflutninginum av vørum og tænastum góðar 6 milliardir krónur og virðið á útflutninginum var 4, 9 milliardir krónur.
- Sostatt varð hallið á vøru- og tænastum 1.1 milliard í 2006. Tað eru heili 24% av tí samlaða útflutningsvirðinum og hetta er nøkunlunda sama støða, sum í Grønlandi.
Tað sæst eisini í tølunum, at hetta stóra hallið verður fíggjað við avkasti frá virðisbrøvum og øðrum inntøkum- og av blokkstuðlinum.
- Hesar serligu inntøkur hava við sær, at gjaldsjavnin so at siga hevur javnvigað seinastu árini, uttan í 2004, sum gav eitt stórt avlop.
Hetta merkir at verður ríkistuðulin skorðin allur burtur, fáa vit tilsvarandi hall á gjaldsjavnanum, sum onkursvegna skal fíggjast við láni.
Reidar Nónfjall sær ongi tekin til at ítøkilig stig verða fram ímóti einum sjálvberandi búskapi.
- Ein tilvildarlig yvirtøka her og har hevur onki at gera við eitt miðvíst arbeiði fyri einum sjálvberandi búskapi og tað, sum landsstýrið risikerar við hesi tilvildarligu gongdini, er, at tað noyðist at biðja danir økja blokkstuðulin aftur, tí hallið á fíggjarlógini ella gjaldsjavnanum verður at kalla varandi.
Les greina hjá Reidar Nónfjall í fullum líki á síðu 32 og 33.