Stórsligna mentanarhúsið í Belfast rúmar 420 áhoyrarum, men tað var ikki nóg mikið næstseinasta leygarkvøld, tá eitt føroyskt mentanartiltak varð framført har. Nøkur av teimum, sum ætlaðu sær at líða á, máttu avstað aftur, tí eingi pláss vóru eftir.<?xml:namespace prefix = o ns = "urn:schemas-microsoft-com:office:office" /><o:p></o:p>
Undir heitinum, Music and Culture of the North Atlantic, varð føroyska mentanin lýst við tónleiki, drama og myndum.<o:p></o:p>
Temaði á framførsluni var ?hendur? og skuldi lýsa, hvat føroyingurin við hondum sínum hevur skapt.<o:p></o:p>
Gudstrúgvin er djúpt grógvin í føroyinginum; tí hevði hetta mentanartiltakið eisini støði í kristindóminum.<o:p></o:p>
<o:p> </o:p>
Fjøltáttað skrá<o:p></o:p>
<o:p> </o:p>
Kvøldið byrjaði við einum filmi hjá Ferðaráði Føroya. Eisini var ein filmur hjá Klaus Kiesewetter, sum lýsir okkara veðurlag, sýndur. <o:p></o:p>
Fleiri løg og tekstir vóru gjørdir av tónleikarunum sjálvum í samband við hetta tiltakið. Og júst hesi løgini dámdu áhoyrararnir serstakliga væl.<o:p></o:p>
Írski sangurin, ?Over the fields of green? sum var nakað umskipaður, varð vælmóttikin av írum.<o:p></o:p>
Eftir steðgin byrjaði framførslan við, at málið, sum føroyingar fingu móti móti írum í Belfast á sinni, varð víst. Um hesin heldur skálkaligi parturin av framførsluni var so væl móttikin av áhoyrarunum, sigur søgan einki um.<o:p></o:p>
Saman við skránni fyri kvøldið, fingu áhoyrararnir ein faldara frá Ferðaráði Føroya.<o:p></o:p>
<o:p> </o:p>
Írska fólkið<o:p></o:p>
<o:p> </o:p>
Írar eru eins og vit oyggjabúgvar. Tey líkjast okkum og tosa sum vit - um veðrið. Har regnar illa, men um summarið er nakað heitari enn hjá okkum, eini 20 hitastig.<o:p></o:p>
Eftir friðaravtaluna í 1998, sokallaðu páskavtaluna, er friðarligari í Norður-Írlandi. Men støðan er framvegis spent. <o:p></o:p>
Belfast er enn býttur í tveir partar, og protestantar og katolikkar halda seg hvør sær. Í vesturpartin av býnum, har katolikkarnir búgva, fert tú ikki inn uttan víðari, hetta orsaka av spentu støðuni. Har er ógvuliga fátæksligt, og arbeiðsloysi er stórt.<o:p></o:p>
Í protestantiska býarpartinum av Belfast, tykjast fólk at vera fíggjarliga væl fyri. Men spenta støðan hevur ikki verið gagnlig fyri Norður-Írland, tí íleggjarir eru ikki áhugaðir at gera íløgur, har ófriður valdar.<o:p></o:p>
<o:p></o:p>
Á ferð í Føroyum<o:p></o:p>
<o:p> </o:p>
Drama og tónleikabólkurin hevur eisini ætlanir um at fara til Fuglafirðar og Klaksvíkar við tiltakinum. Eisini vóna tey at fáa pláss í Norðurlandahúsinum.<o:p></o:p>
Og møguliga verður farið avstað aftur á uttanlandsferð seinni, tí írar bóðu tey koma aftur og harmaðust um, at tað ikki vóru fleiri tiltøk hesaferð.<o:p></o:p>
<o:p> </o:p>