Á hesi messuni bar til at síggja alt tað nýggjasta innan byggivinnuna, bæði tá talan er um tilfar og amboð.
Her vóru omanfyri 300 ymiskir veitarar av vørum og tænastum til byggivinnuna, og stórur áhugi er fyri hvørjum einasta bási.
Hetta er ein messa sum verður hildin annaðhvørt ár, og tað er ikki at taka seg aftur í at hetta er nakað sum menn teir flestu luttakararnir á stevnuni eru nevniliga menn síggja fram til.
Messan byrjaði týsdagin, og fyrstadagin vóru um 6000 fólk á vitjan.
Fyrireikararnir mettu, at eini 30.000 vitjandi fóru at koma inn á básarnar hesar dagarnar messan var opin.
Føroyska ferðalagið fór við leiguflogfari til Danmarkar mikukvøldið og kom aftur fríggjakvøldið.
Nakað undan messuni sendu teir á søludeildini hjá Timburhandlinum út persónligar innbjóðingar til bæði verandi - og helst eisini komandi! - viðskiftafólk hjá fyritøkuni. Og teir svaraðu allir ja uppá standandi fót.
- Hetta er veruliga ein messa, sum teir síggja fram til og gleða seg til, søgdu Niclas Juul Olsen, Jan á Argjum og Kenneth B. Olsen undan messuni.
Heimafturkomnir kunnu teir bara staðfesta at so var!










