Føroyingar størri ávirkan á egnan uttanríkispolitikk

Arbeiðið , sum er sett í verk fyri at lata føroyingum og grønlendingum størri heimildir á uttanríkispolitiska økinum, heldur fram, eru Jóannes Eidesgaard og Anders Fogh Rasmussen, samdir um

Ríkisrættarliga støðan

Arbeiðið at geva Føroyum og Grønlandi størri heimildir á uttanríkispolitiska økinum, skal halda fram
Tað eru Jóannes Eidesgaard, løgmaður og danski forsætisráðharrin, Anders Fogh Rasmussen, samdir um.
Á fundinum teirra millum týsdagin, tosaðu teir báðir eisini um at Føroyar og Grønland skulu.
Jóannes Eidesgaard sigur, at semja er um, at embætisverkið í Føroyum, Grønlandi og í Danmark í felag skulu halda fram við arbeiðnum at fyrireika lógaruppskot, har ið uttanríkispolitisku heimildirnar hjá Føroyum og Grønland verða staðfestar.
? Partarnir samdust um, at halda fram við tí arbeiði á embætismannastigi, sum Danmark, Føroyar og Grønland eru farin undir í sambandi við at lata Føroyum og Grønlandi størri heimildir á uttanríkispolitiska økinum.
Í hesum sambandi sær løgmaður fyri sær, at trupuleikar kunnu stinga seg upp.
? Danir hava sjálvsagt sína uppfatan av, hvussu stórar heimildir teir halda, at føroyingar og grønlendingar skulu hava og hinvegin hava vit føroyingar og grønlendingar eisini sína uppfatan av, hvussu stórar heimildir, vit kundu hugsa okkum at fingið.
Jóannes Eidesgaard heldur, at tað hevur týdning at fáa greiði á hesum heimildum.
?Eitt dømi er, at tað er Danmark, sum umboðar Føroyar og Grønland í altjóða hvalaveiðifelagsskapinum, IWC. Men tað er ongin loyna at teir onkuntíð hava ført sjónarmið fram, sum ganga beint ímóti okkara áhugamálum og tí er tað stak óheppið, at vit ikki kunnu umboða okkum sjálvi í hesum, eins og í øðrum uttanríkispolitiskum høpi, har, sum vit hava áhugað í.
? Vit vita eisini, at danir verða meiri og meiri bundnir at ES og nú verður eisini tosað um eina ES grundlóg. Tað kann eisini føra við sær, at ein partur av uttanríkispolitikkinum verður fluttur til Brússell. Tí hevur tað týdning, at vit sjálvir fáa heimild at røkja tey uttanríkispolitisku áhugamál, sum hava týdning fyri okkum.
? Helst vilja vit sleppa longri, enn danir eru sinnaðir at fara. Men hetta verður ein telving ímillum embætisfólkini, sum í síðsta enda skal enda við eini politiskari semju.
Men, hvar hendan semjan kemur at verða, dugir løgmaður ikki at síggja fyri sær, útfrá fundinum við Anders Fogh Rasmussen týsdagin.
Men hann sigur, at partarnir eru samdir um, at eisini hesar samráðingarnar skulu enda við eini lóg, sum skal vera liðug í heyst, so at hon kann koma í gildi á nýggjárinum.