Í morgin, leygardagin verður bridgekapping, har bridgespælarar í Føroyum og spælarar um alt Evropa, spæla somu kort hetta verður kalla simultanbridge.
Tá øll spæla somu kort, ber til at samabera úrslitini hjá øllum pørunum kring Evropa.
Kortini skulu blandast, men í bridgekappingum verða tey blandað niður í mappur og í hvørjari kapping verða mappurnar fluttar frá borði til borð, so øll spæla somu kort.
Hetta er ein kapping, sum Evropiska Bridgesambandið skipar fyri og har allur ágóði fer til vælgerðandi endamál.
Fyrst í hvørjum ári skipar bridgesambandið í Evropa skipar fyri eini kapping, har allur ágóðum fer til vælgerðandi endamál og í ár verða luttøkugjald og aðrar inntøkur lætnar ST felagsskapinum UNICEF.
Áður er peningur latin hjálpararbeiðnum eftir flóðalduna í Asia og til hjápararbeiðið eftir jarðsjálvtan í Pakistan.
Føroya Simultan verður spælt leygardagin 28. januar í Havn og í Suðuroy.
Myndin er av nývalda løgtingsmanninum hjá Sambandsflokkinum, Reimundi Langgaard. Hann fæst ikki bara við politikk, tí í frítíðini er hann íðin bridgespælari